7 mai 2024

Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024

Fyri tjúgu árum síðani avrikaði ein ungur havnarmaður nakað, sum í föroyskum tónleikaligum höpi svarar til at lenda á mánanum. Tað var tá ið Teitur fekk plátusáttmála í lag við stóra plátufelagið Universal í Amerika.

Plátan, sum spurdist burtur úr hesum var Poetry & Aeroplanes. Eitt meistaraverk alt sum tað er. Eitt valaverk, sum enn í dag stendur sum ein sannur varði í sangara/lagsmíð rúgvuni.

Og á G! 2024 sleppa vit at uppliva öll lögini á plátuni úr einum enda í annan.

Teitur kemur við bólki sínum, og her verður ikki spart uppá nakað; strúkarar verða eisini við.

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) Plúmm (FO) GRÓA (IS) og Swangah (FO) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »